Ætlan um fiskaplássið á Løghamri

Í mars byrjaðu arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu at reinsa fiskaplássið á Løðhamri. Arbeiðið er liður í størri verkætlan hjá Vágs kommunu og býráðnum um, at fríðka um og gera eitt alment mentanarpláss á Løðhamri í Vági. Ætlanin hjá kommununi er, at fyrsta byggistig er klárt til Jóansøkuna 2022, sum verður í Vági. Í dag 16. juli er uppskotið um Fiskaplássið á Løðhamri stilla fram í Miðlatúni til almenningin at síggja.

Tað er Selmar Nielsen Arkitektur, SNA, sum stendur fyri verkætlanini.




Um verkætlanina sigur SNA;

Vágs Kommuna hevur haft visiónir um at skapa eitt alment mentanarpláss, við útgangsstøði í søguligu sporunum í økinum við Løðhamri. Ætlanin er at skapa eitt nýtt andlit móti sjónum. Her samlast fólk til Jóansøku at hyggja at kappróðri. Stóri pallurin verður settur upp til konsertina, sum skal verða um kvøldi. Pallurin verður settur á vøkru træbrúnna, sum stendur á pelum út á vágna. Í bakgrundini sæst sluppin Jóhanna liggja við bryggjuna. Fólk samlast í sititrappunum, ið eru bygdar niðan móti vegnum og á stóru træ plankunum, ið eru lagdir sum lunnar á steinsetta fiskastykkinum. Fram við sjóvarmálanum verður gøta gjørd, sum bindir miðstaðarøkið saman. Frá Fiskastykkinum og fram við íbúðarhúsum og yvir til kirkjugarðin, har lítið kapell liggur í móti sjónum. Her heldur gøtan fram niðan móti Rutt Smith savninum, hvaðani leiðin gongur fram við vatninum og vestur á Eiði. Íbúðarhúsini liggja har gamla fiskahúsið hevur ligið. Húsini hava eina stødd, sum minnir um gomlu húsini, men eru tó bygd sum eini nútímans hús, við blandaðum íbúðum. Í niðastu hæddini eru hølir til frítíðarítriv, t.d. kajakkfelag. Eystanfyri íbúðarhúsini verður eitt marknaðarpláss, har alskins góðar ráðvørur fáast til keyps. Her fæst ný fiskaður fiskur av fjørðinum, grønmeti av Sandi ella royttir lundar úr berginum. Kapellið við kirkjugarðin er eitt stað, har ein kann seta seg, í friði frá tí dagliga, og hvíla sinnið. Kapellið liggur út móti sjónum, í framhald av aksanum sum gongur tvørtur gjøgnum kirkjugarðin.


Eftir ætlan, so skipa Vágs kommuna og SNA fyri kunnandi fundi um verkætlanina í september.

Uppskotið av verkætlanini um Fiskaplássið á Løðhamri stendur í Miðlatúni teir komandi 14 dagarnar.

131 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle