top of page

Íbúðarbygging á Løðhamri samtykt

Býráđssamgongan í Vági settu sær fleiri áhugaverd mál til hesa býráðssetu.


Har serligu dentur verđur lagdur á, at borgarin kemur í fokus og øll sum bùgva í Vági skulu hava tađ gott.


Somuleiđis skal trivnađurin vera í hásæti. Vágsbygd blómar fyri tíđina og her henda nógv spennandi ting.


Okur hava nøkur sera áhugaverd økir í bygdini, sum kunnu gerast meira tillokkandi og serliga øki viđ Løðhamar kann vera ein miđsavning fyri okkum øll í bygdini.


Okur skulu halda áfram viđ góđu gongdini tey komandi árini, hettar hevur sitandi býráđsmeirilutin í Vági eisini tikiđ til sín.


Í mars 2021 var hol sett á, at fáa gamla og sera áhugaverda fiskaplássiđ á Løðhamri fram aftur.


SNA arkitektar hava gjørt skitsuuppskot, sum eisini hevur verið frammi alment.


Og í dag samtykti eitt samt býráð, at bjóða vestara partin av fiskaplásssinum á Løðhamri út til íbúðarbygging.


Partar av miðbýarøkinum, verður nú meira miðbýarkend við nýggjum, møguleikum til ung sum eldri.


Ein heildarætlan er eisini gjørt fyri alt økið á Løðhamri.


Okur hava valt, at gera hugnaliga fiskaplássiđ á Løghamri til eitt miđsavningar stađ fyri okkum øll og tað kann bara hava ómetaliga spennandi møguleikar viđ sær í framtíđini.


Tekniskanevnd hevur arbeitt við uppskotinum um Løðhamar í 1 ár. Ætlanin er, at stórur partur av økinum verđur klárt til Jóansøkuna í ár 2022.


Ætlanin er m.a, at seta trappur, bænkir, pall og við gongugøtu oman á sjóđarmálan.


Í kvøld var so eisini samtykt, at bjòða vestara part av Løðhamar út til íbúðarbygging. Økið er 3800 fermetrar stórt.


Hettar er ein tann størsta verkætlan hjá Vágs kommunu í nýggjari tíð.


Levi Mørk, býráðslimur

Vágs kommuna




326 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Comments


bottom of page