top of page
Forfatters billedeVágstíðindir

Eikilund skal útbýggjast og betri hølisviðurskifti í Vágs skúla.

Fólkatalið er vaksið nógv tey seinastu árini í Vágs kommunu og framrokningar vísa at støðan heldur áfram. Serligani flyta ungar barnafamiljur til Vágs kommunu, hesin jaligi trendur vísur seg tíbetur at halda áfram. Av tí sama hava barnagarðurin Eikilund og Vágs skúli, sum eisini bæði hava víkað um sítt virksemi seinastu árini alt ov trong kor. Sama er at siga um ungdómshúsið í Vági UDB, har vitjandi ungdómar eru fleir faldandi seinastu árini.


Í Vágs skúla húsast bæði serskúli, musikskúli og FAB LAB. Umframt at næmingatalið er vaksið nógv seinastu árini. Sama er galdandi í barnagarðinum Eikilund, har eitt nú nógvar barnafamiljur eru fluttar til Vágs seinastu árini.


Hettar mugu okur í Vágs kommunu taka til okkum og betra um. Tíðin er nú komin at uppraðfesta hølisviðurskiftini í barnagarðin Eikilund og hjá Vágs skúla.


Av somu orsøk hevur Vágs býráð samtykt á fíggjarætlanini fyri 2022. At Vágs kommuna byrjar fyrireikingararbeiði, til at útbyggja barnagarðin Eikilund og við einari uppraðfesting av núvernandi hølisviðurskiftum hjá Vágs skúla.


Vágs kommunua hevur sett 400.000 kr av í fíggjarætlanini fyri 2022, til fyrireiking av útbyggjing av barnagarðinum Eikilund í 2022.


Tey næstu komandi 3 árini skal útbyggingin av barnagarðinum Eikilund helst vera liðugt.


Samlaður kostnaður fyri at útbýggja og nøkta núvernadi stovnspláss og útbýggjan til hølisviðurskifti hjá Vágs skúla og Barnagarðinum Eikilund. Kemur møguliga samanlagt at liggja fyri einar uml 7 til 8 milliónir krónur, ella meira, fyri at fáa nøkulunda nøktandi umstøður.


Hesar íløgur noyðast okur at gera tey komandi árini, sigur Levi Mørk, formaður í barna og ungdómsnevndini og formaður mentamálanevndini hjá Vágs kommunu.


Okur kunnu ikki sita hendur í favn og lata sum einki.


Okur vinna einki, um okur ikki gera umstøðurnar hjá barnafamiljunum betri í Vági, leggur Levi Mørk atrat. Hann fegnast eisini um at barnafrádrátturin hækkar komandi ár.


Sama er eisini galdandi fyri ungdómin hjá okkum í Vági og fyri okkara ungdómshús UDB í Vági, har talið av vitjandi ungdómi er fleirfalda tey seinastu árini.


Tey ungu sum møta upp í ungdómshúsinum koma úr allari Suðuroynni.

Somuleiðis verður eisini fyrireikað til, at skipað ein forskúla í Vágs skúla longu komandi ár. Okur fara eisini at gera eitt nýtt undirlag til spæliplássið við Vágs skúla.


Somuleiðis fara okur, at betra um trygdina við skúlan bæði við parkeringviðurskiftum og við at gera ein busslumma við skúlan, sigur Levi Mørk býráðslimur at enda.



Levi Mørk, Vágs kommuna

88 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

תגובות


bottom of page