top of page

Dagføringar í VB-húsinum er byrjað

Dagføringar í VB-húsinum er byrjað


Mentamálanevndin samtykti á seinasta fundi í januar um at gera fleiri dagføringar í VB - húsinum. Tað verður byrja við at gera nýggj vesir. Hettar arbeiði er longu byrjað.


At gera hesar dagføringar var eisini staðfest bæði í fíggjarnevndini og einmælt samtykt á seinasta býráðsfundi.


Tekninska umsitingin hevur gjørt eina ætlan og mæla til, at best er at byrja at dagføra vesini í VB húsinum.


Annars er fleiri dagføringar, sum skulu gerast í framtíðini, eitt nú skiftingarrúm o.a.


Nakað av arbeiði er longu gjørt í VB húsinum og í Ítróttarhøllini, av eldsálum og arbeiðsmonnum hjá Vágs kommunu.


" Hettar er sera tiltrongd og er altneyðugt. VB húsið er frá 1977 og Ítróttarhøllin er frá 1980, tey treingja bæði til stórar dagføringar.


Okur noyðast, at halda áfram og at vilíkahalda og best er at gera hesar dagføringarnar stigvís, tí tað er ov kostnarmikið at gera alt ísenn.


Arbeiði er byrjað, í ár er jú stór tiltøk fyri framman bæði Dansibandfestivalur og Jóansøkan nærkast.


Sigur Levi Mørk, formaður í Mentamálanevndini hjá Vágs kommunu."


Mett verður dagørðingin av vesini í VB húsinum, sum eisini skulu hava atgongd til fólk við skerdum førleikum, kostað uml 700.000 kr.




3 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Robert 80 ár

bottom of page