top of page
Forfatters billedeVágstíðindir

Deiggj á Ljósfestini

Nú eru fyrireikingarnar til Ljósfestina í Vági, komnar nakað meira í gongd og har verður nakað til øll.


Okur byrjaði longu í august í fjør, at fyrireika nakað av komandi Ljósfest.


Okur hava fyrr í ár avdúka at bólkurin Marius verður at síggja og hoyra til Ljósfestina í ár.


Okur kunnu longu nú eisini avdúka at kendi bólkurin av Tvøroyri, nemliga Deiggj eisini verður við til Ljósfestina í ár hin 12 august.


Deiggj hevur longui givið eina LP út fyri nógvum árum síðani, tann fyrsta í 1998, sum er eina fólkaogn, har eitt nú sangurin " Prúða land mítt ", var ein landaplága.


Nú hava teir teir aftur verið í studio síðani 2020 og upptikið eina nýggja LP, sum nú øll er um at vera klár at geva út alment.


Deiggj hava nemligani síðan 2020 arbeitt miðvíst við einari LP plátu. Nýggja LP´in kallast TÍÐ. Fyrsta lagið sum kemur út alment, er sangurin  “Hví grætur tú”, har Guðrun Sólja Jacobsen er gestasolistur. Orðasmiður er Fróði T. Vestergaard, sum somuleiðis hevur skrivað lagið.


Meira um Deiggj:


Deiggj, eisini nevndur Fróði og Deiggj, er ein føroyskur rocktónleikabólkur, sum varð stovnaður 6. september 1981. Tónleikarnir eru úr Suðuroynni (Tvøroyri) og úr Havn. Deiggj spælir klassiskan rokk frá 1970'unum, umframt popp og fólkatónleik. Talan er bæði um løg hjá øðrum og egin løg. Harumframt hevur bólkurin skipað fyri fleiri temakvøldum, har bólkurin bert hevur spælt løg hjá Uriah Heep. Nakrar ferðir hevur John Lawton, fyrrverandi sangari í Uriah Heep, framført saman við teimum á hesum temakvøldum.[1] Deiggj er ofta at hoyra á festivalum og øðrum tónleikatiltøkum í Føroyum. Teir hava eisini framført uttanlands.


Útgávur hjá Deiggj.


  • 2002 - Livandi tónleikur (sangurin Í mánalýsi)

  • 1998 - Ung um aldarmótið (sangurin Prúða land mítt

  • 2023 nýggj LP


Okur gleða okkum eisini at hoyra og uppliva Deiggj á Ljósfestina leygardagin 12 august 2023.


Umframt at Deiggj verður tilLjósfestina í Vági, eru fyrireikingarnar til Ljósfestina, so smátt komnir uppá pláss.


Okur eru okur komnir væl á veg. Har eisini verður eitt stórt barnatiltak, sølubásar og listaframsýning sum áður roynt.


Vágbingar skulu sjálvi heiðra vágbingar


Umframt afturvendandi tiltakið" heiðran av vágbingum " Har vágbingar nú sjálvir skulu velja gjøgnum heimasíðuna hjá Vágs kommunu, hvør skal heiðrast. Nærri um hettar seinni


Okur sýggjast í august og havi øll eina góða Grækarismessu😊

Síggjast í august.🎤🎼🎷📀🍾🍷😊😎

44 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Robert 80 ár

コメント


bottom of page