top of page

Eitt heitt tónleikanavn á Ljósfest í Vági

Ofta dreymakendi tónleikurin saman við røddini er eitt eyðkenni fyri bólkin og fyri stílin.

Tað er eydnast at fáa eitt av heitastu nøvnunum í føroyskum tónleiki seinnu árini, Marius Ziska, við á Ljóstfest 2023.


Marius verður á odda fyri sínum bólki, tá altíð vælupplagda manning hansara fer á pallin í Vági hin 12. august.


- Marius Ziska byrjaði sum 16 ára gamal sína tónlistaleið, tá hann við bólkinum Flux luttók í Prix Føroyar kappingini.


Tá hann seinni fekk eitt sættapláss í GBOB-heimsfinaluni í London, og gjørdist besti norðurlendski bólkurin, gjørdist navnið av álvara kent manna millum.


Seinnu árini hevur Marius av álvara staðfest, at hann er millum tey fremstu í føroyskum tónleiki, og hann ferðast bæði í Føroyum og uttanfyri landoddarnar við sínum tónleiki.


- Ofta dreymakendi tónleikurin saman við røddini er eitt eyðkenni fyri bólkin og fyri stílin, sum ikki er til at fara skeivur av, og sum føroyingar hava tikið til sín.


Fyriskipararnir av Ljósfest vísa á, at løg sum Nærveran, Going Home, Silvurlín og Ongin er Orsøk eru fólkaogn, saman við fleiri øðrum av løgunum hjá Mariusi.


- Marius Ziska við bólki hava eisini havt nakrar megnar konsertir saman við Føroya Symfoniorkestri, verður lagt aftrat.

17 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Comments


bottom of page