Okkara egna countrystjøra Evi Tausen, verður at hoyra á pallinum til Ljósfestina leygardagin 13 august.
Hon kom fyrstuferð alment fram í 2010, og hevur útgivið 3 útgávur.
Evi hevur vunnið fleiri altjóða tónleikaheiðrar gjøgnum árini. Hon hevur innspælt og sungið saman við fleiri av kendastu countrystjørnum bæði herheima og eitt nú í Nashville.
Hon hevur m.a sungið við sínari heilt serstaku vøkru rødd til sangin hjá Jim Revees “ He´ll have to go “ og ikki minst hennara egna “ Blue Radio “
Hinvegin toppaði Evi í 2013 við sanginum "Oh, How I Miss You Tonight" har Evi singur saman við Jim Ed Brown, og kom til eitt 5 plássið til Pan-European TOP-100 Radio Chart, sum er European Country Music Association. Sum er sera høgt støði innan country.
Annars eru útgávurnar hesar:
2015 - Make Life A Dance, CD
2011 - Evi - Wishing Well, CD
2010 - How´s the world treating you
Evi hevur havt framúrskarandi tónleikarar við sína lið gjøgnum árini, eittnú Jákup Zachariasen, Jens Marna Hansen og Pætur við Keldu.
Okur gleða okkum mega nógv at síggja og hoyra Evi leygardagin 13 august í Vági.
Comments