top of page

FC - Suðuroy kærkomið stig á útvølli ímóti Víkingi


Stigatalvan legði upp til, at Víkingur var stórur favorittur, tá ið FC Suðuroy tíðliga seinnapartin var gestur uppi á Brekku í Leirvík. Undan hesum umfarinum var Víkingur næstfremst við 19 stigum, og FC Suðuroy var á tíggjunda plássi og aftast við 7 stigum.


Men tað eydnaðist ikki stóru favorittunum á heimavølli at vinna fulla úrtøku. Úrslitið var 1-1, eftir at gestirnir í fyrra hálvleiki vóru frammanfyri 1-0.

Hálvur tími var farin, tá ið 18 ára gamli Pætur Augustinussen legði FC Suðuroy á odda. Hetta var fyrsta málið, sum hann hevur skorað fyri FC Suðuroy í næstbestu deildini. Sambært faroesoccer.com er hann skrásettur fyri í 2018 at hava skorað tvey mál í næstbestu deildini. Tað var fyri felagsliðið hjá TB/FCS/Royn.

Ein tími var farin, tá ið Víkingur svaraði aftur og javnaði til 1-1. Málskjútti var Martin Klein Joensen, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin.

Martin Klein Joensen hevur seinastu dagarnar av álvara verið í málhýri. Mikukvøldið skoraði hann tvey mál, tá ið næstbesta liðið hjá Víkingi vann 7-0 á útivølli ímóti EB/Streymi, hósdagin varð hann beinanvegin eftir steðgin skiftur inn á besta liðið hjá Víkingi á Svangaskarði, og har skoraði hann bæði málini hjá teimum ljósabláu. Úrslitið var 2-2. Og so skoraði hann aftur í dag ella til saman fimm mál í fýra dagar.

Fríggjakvøldið skal Víkingur til Klaksvíkar, og annan mánadag, sum er 2. hvítusunnudagur, fær FC Suðuroy vitjan av AB.

13 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle
bottom of page