top of page

Framløga av fiskaplássinum á Løðhamri

Í dag var framløga um verkætlanina Fiskaplássið á Løðhamri í Miðlatúni. Framløgan byrjaði kl. 15.00 og vardi til kl 16.30


Umboð frá Selmar Nielsen Arkitektum vóru og greiddu frá ætlanini. Har teir eisini komu við ymisku broytingum í mun til fyrstu ætlanina.


Nógv fólk møttu upp til spennandi ætlanina hjá Vágs býrað. Har ætlan er at gera fiskaplássið til eitt “ alment stað “, við palli, bænkrum og trappum osfr.



Ein annar partur umfatar eina íbúðarbygging uppá 18 íbúðir.


Vágs kommuna hevur havt málið fyri í Havna og vinnunevndini í gjáar, nú fer málið so víðari til býraði umvegis fíggjarnevndina, áðrenn málið síðani fer aftur í nevndarviðgerð.


M.a skal ein nýggj byggisamtykt gerast soleiðis at hon hóskar seg til ætlanina.


Vágs kommuna hevur ætlanir um, at hava ein part lidnan til Jóansøkuna 2022. Men inntil tá skal málið viðgerast víðari í nevndinum hjá Vágs kommunu.

128 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Robert 80 ár

Comments


bottom of page