top of page

Hjalmar og Dagfinn við bólki á Ljósfest 2023

Royndu tónleikararnir fara á pall í Vági 12. august saman við øðrum royndum tónleikarum

Hjalmar Magnussen og Dagfinn Olsen eru royndir tónleikarar, ið tveireinir hava spælt nógv síðstu mongu árini, tó at teir eisini til ávis høvi hava havt bólk afturat sær. Tá hava oftast Dánjal Jákup W. Holm, Neil Joensen og Magni Husgaard verið við.


Teir eru eisini kendir hvør í sínum lagi. Hjalmar var t.d. við í bólkinum Júmen, ið gjørdi um seg í nítiárunum við síni luttøku í Prix Føroyar kappingini og øðrum. Bólkurin er m.a. kendur fyri lagið The Eagle og fyri sína tulking av lagnum Meg Minnist Eina Mynd.


Dagfinn var í áttatiárunum við í tónleikabólkinum Springs, ið gav út útgávu í 1989, har Lotið og Bøllefrø eru millum kendu løgini. Í 1997 gav Dagfinn útgávu út undir egnum navni, har m.a. løgini Fagri Flokkur og Prikkuta Mona gjørdust kend.


Síðani teir byrjaðu at spæla saman fyri eini 20 - 25 árum síðani, hava teir verið virknir. Í 1999 luttóku teir við bólkinum, ið teir nevndu Hvarv, á útgávuni Rock í Føroyum 2. Tað var við lagnum Fortíð, Nútíð Altíð.


Um ár 2000 luttóku teir í kappingini Vælskapt Brek, og av teimum umleið 80 innkomnu sangunum, taldust teir millum tey 19, ið komu við á fløguútgávu. Tað var við lagnum Vovið av Guði, ið hevur fylgt teimum síðani. Aftur hesa ferð nevndu teir seg Hvarv.


Men hóast teir ikki hava verið so virknir við útgávum seinnu árini, so hava teir spælt nógv. Og nógv tilfar er í skuffunum.


Tað hoyrdist m.a., tá teir spældu á Summar Festivalinum í fjør, og tá teir luttóku í útvarpssendingini Café SALT fyrr í ár.


Og nakað av hesum tilfarið verður at hoyra, tá Hjalmar og Dagfinn fara á pall á Ljósfest 2023, umframt kend løg sum Vovið av Guði, Fagri Flokkur og Prikkuta Mona.


Manningin á Ljósfest í Vági tann 12. august 2023 verður Hjalmar Magnussen, Dagfinn Olsen, Dánjal Jákup W. Holm, Neil Joensen og Arni H. Carlsen.Vágs kommuna

7 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Robert 80 ár

bottom of page