Hátíðardagur var í Vági í gjár, har nógv hevur verið á skránni. Fyrst var Vágs skúli karmur fyri hátíðarløtu, framsýning og prógvhandan til næmingar, sum hava tikið Dugnaskapsskeið hjá Vágs kvøldskúla, sum nú eisini endaði kvøldskúlaárið.
Har m.a hátíðarløta var fyri nøkrum eldsálum, sum hava arbeitt hjá Vágs kvøldskúla í millum 20 og 30 ár, sum nú takkaði fyri seg. Talan var um eldsálirnar Helenu Mikkelsen, Karin Brattaberg.
Okur kenna jú Helenu Mikkelsen fyri sína framaúr dygdir innan brodering og seyming m.a av føroysku klæðunum og Karin Brattaberg, sum hevur skara framúr innan veving í mong ár.
Sølvi Andreasen sum hevur verið leiðari fyri kvøldskúlan gevst nú sum leiðari, eftir at hava verið leiðari yvir 20 ár. Sølvi hevur serligar og nærlagdar gávur bæði sum lærari og sum leiðari, har hann er kendur fyri, at vera við í øllum. Sølvi hevur eisini undurvíst innan knallertkoyrikort í mong ár. Kirkjukórið Ljómur setti eisini sín dám á hátíðardagin.
Vágs kommuna takkaði eisini teimun fyri megnar tænastu, har tey eisini fingu gávur fyri framúr tænastu. Bjarni Johansen borgarstjóri og Levi Mørk formaður í Mentamálanevndini lótu gávur og blómur. Eftir tað var síðani fari til Flagdagshald, sum var hildið í fagrasta veðrið, har Magnus Mørk Hjelm býráðslimur helt eina góða røðu.
Myndir annars frá hátíðardegnum
Comentarios