top of page

Ljósfest 2023 í Vági 12. august

Í 2021 avgjørdi Vágs Kommuna at skipa fyri einum degi í Vági, har list, tónleikur og tiltøk eru á skrá.


Hesin dagur verður aftur í ár. Leygardagin 12. august verður Ljósfest og á skrá verður listaframsýning, sølutorg, barnaundirhald, heiðran og tónleikur.


Endaliga skráin kemur seinni, men longu nú kunna okur avdúka, at á listaframsýningini verða m.a. Finleif Mortensen, Lív Arge og Sven Erik Stenberg.


Á sølutorginum verða hondvirkaðar vørur frá lokalum.


Um kvøldið verður nógvur tónleikur á stóra pallinum, har m.a. Deiggj, Marius og Hjalmar og Dagfinn spæla. Eisini hava okur fingið tvey av teimum gomlu og kendu suðuroyartónleikabólkunum, sum vóru virknir í 70-80unum, at spæla á Ljósfest.


Formaðurin í Mentamálanevndini, Levi R. Mørk, frøist um stóra skaran av fólki, sum komu til Ljósfest í fjør, og kann eisini avdúka, at sera nógv uppskot eru komin frá vágbingum um hvør skal heiðrast.

Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis. Meira kunning kemur um Ljósfest.

5 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Robert 80 ár

Comentários


bottom of page