top of page
Forfatters billedeVágstíðindir

Ljósfest: Vágbingar heiðraðu mentafólk

Tað vóru Robert McBirnie, Niels Petur Nolsøe og Poul Andreasen, ið fingu heiður.

Í gjár var stóra brakið á Ljósfestini í Vági, sum hevur verið hildin hesa vikuna í samband við, at 100 ár eru síðani elverkið í Botni varð tikið í nýtslu.


Á stóra pallinum miðskeiðis í Vági fóru stór tónleikanøvn á pallin, men kl 18.30 var heiðran av mentafólkum á skránni. Menanarnevndin í Vágs kommunu hevði gjørt av at heiðra 3 mentafólk. Levi Mørk og Marin Hentze Gaardlykke frá mentanarnevndini handaðu gávur, og tað vóru Robert McBirnie, Niels Petur Nolsøe og Poul Andreasen, ið fingu heiður.



Í grindgevingunum varð sagt soleiðis:

Sagt hevur verið um hann, at hann festið í pop-fjúsið í Føroyum. Hetta vísti seg tó at vera ein neisti, ið kyndi stóran eld, sum framvegis fløvar.

Í meira enn 60 ár hevur Robert McBirnie verið virkin á føroyska tónleikapallinum. Hann er føddur í 1943 og hann fekk sín fyrsta guitar sum 13, 14 ára gamal. Nakað eftir hetta, í 1959, stovnaði hann, - saman við øðrum ungum vágbingum, bólkin Red Boys. Og tað er líka við at vit kunnu siga, at restin er søga....


Robert fór at lesa til lærara í Havn og kom upp í bólkin Faroe Boys, ið gjørdist millum best umtóktu bólkar í Føroyum um tað mundið – um ikki tann best umtókti. Og saman við Faroe Boys skrivaði Robert seg so dyggiliga í føroysku tónleikasøguna. Og Robert gjørdist Føroya fyrta veruliga rock-stjørna – við eyðsýndum sanggávum og livandi pallframførslu.

Robert kom, eftir eitt ár í Klaksvík, suður aftur til Vágs at vera lærari. Men hann var so nógv meira enn tað, tí hann var stórur og týðandi partur av felagslívinum í Vági; Sum lærari, tónleikari, skemtari og innan ítrótt. Ógloymandi eru tær mongu nýggjársveitslurnar, har Robert, Niels Petur og Goya-Petur undirhildu við skemti og lokalum tættum.

Men tónleikurin var ikki sleptur, og Robert fann saman við Jákup Thomsen og Ólavi Magnussen, sála. Teir spældu í Vági og kring landið, og eisini kom út single-pláta við Robert, Jákup og Ólavi.

Tónleikalíga hevur Robert verið í so mongum vási: Red Boys, Faroe Boys, Robert og Jógvan, Paragraf og Robert og Vinmenn. Í fleiri førum hevur sonurin Jón verið við á bassinum.

Og Robert fór seinni til Havnar at búleikast og fór at gera Barnaútvarp, og hevur annars í útvarpshøpi roynt seg á mongum økjum. Innan barnaútvarp, sum tónleikarari og vísu- og táttasangari og hann hevur eisini sjálvur gjørt sendingar.

Seinastu mongu árini hevur hann spælt saman við bólki sínum Robert og Vinmenn og hevur hann eisini skemta – seinnu árini ofta saman við Hilmar Jan Hansen.

Nógv kundi verið sagt um eina legendu, sum hevur fleiri enn 60 ár á palli. Men Robert er á ongan hátt givin, og enn í dag kann ein til dømis síggja hann uttanfyri Irish Pub í Havn kl 4 á nátt, tá hann og Jón eru lidnir at spæla, og Robert stendur við guitar-kassa í hond og bíðar eftir at fáa fart heim.

Robert er enn aktuellur, og so seint sum fyri eini tveimum árum síðani gav út nýtt tilfar; “Gentan úr Vági”, sum Poul F yrkti og Robert hevur sett lag til. Og framvegis er Robert í Vági við ymiskt høvi, sum til dømis í dag, tá Vágs Kommuna hevur valt at heiðra mentafólkum. Og Robert McBirnie er eitt av mentafólkunum, ið fær henda heiður.



Niels Petur Nolsøe

Skaldið NePtuN kenna vágbingar. Men eisini kring landið kennast fólk við skaldið, tí løg eru sett til nakarar av yrkingum hansara, og ikki minst hevur NePtuN latið Útvarpinum nógvar tættir – serliga í tíðini, tá V4 sendingar vóru á skrá.

Niels Petur Nolsøe nýtir skaldanavnið NePtuN. Í nærumhvørvinum er Niels Petur Nolsøe kendur sum lærari og yrkjari, og í huganum hjá mongum er hann helst eisini óloysiliga knýttur at náttúruni, har hann fæst við seyð, høsn ella neyt. Og júst í náttúruni finnur skaldið íblástur, og mangar eru perlurnar um heimstaðin og støð í nærumhvørvinum. Vit kunnu til dømis nevna sangin um Heimbygdina ella sangin um Ryskidal – Hans Jacob Hjelm hevur sett lag til og sungið báðar, so hvørt mansbarn kennir sangirnar.

Niels Petur er siðbundin yrkjari, men tó ómetaliga fjøltáttaður. Hann yrkir um náttúru, men eisini er hann kendur fyri sálmar, og hevur hann týtt fleiri sálmar til føroyskt. Og neyvan fer ein veitsla, brúdleyp ella ferming framvið, har heitt ikki verður á Niels Petur um at festa orð á blað, og hevur hann nú í mong ár yrkt, so hesir sangir eru óteljandi.

Men ikki minst standa eisini tættirnir eftir. Táttayrking er gomul í Føroyum, og hetta kynstrið hevur verið hildið viðlíka, og her er NePtun ein, ið meistrar hetta sum fáur.

Til tiltiknu nýggjársveitslurnar í Vági, har Niels Petur, Robert og Petur Dahl Nolsøe (GoyaPetur) undirhildu, vóru tættirnir stórur partur av undirhaldinum.

Yrkingar eftir NePtuN eru savnaðar og útkomnar í tveimum yrkingasøvnum; “Smátúgvur” í 2004 og í 2018 kom út “Um heimlig tún”.

Fyri lut sín at ríka okkum við yrkingum, sálmum, sangum og tættum, ynskja vit at heiðra skaldið Niels Petur Nolsøe – NePtuN.



Poul Andreasen

Tikið verður mangan til, at “Eitt fólk, sum ikki kennir søgu sína, er eitt fátækt fólk”. Og hóast skrivað og yrkt hevur verið um stórmenni, ið festu orð á blað, so ert tað helst so, at vit geva okkum ikki altíð far um søguna – og tey, ið eru søgukøn, og kanska enntá siga frá og festa á blað. Slíkt kann ikki virðismetast nóg mikið.

Vit eru helst fleiri sum kenna hetta, at vit tilkomin kundu hugsað okkum at vita eitthvørt, men ov seint er, tí ongin er eftir at spyrja. Tey sum vistu, eru farin undir grønu torvu.

Tað kann so skjótt gerast ov seint.

Poul Andreaasen er søgukønur maður, sum hevur gjørt megnar arbeiði við at festa søguligt tilfar úr Vági á blað. Tað er ikki smávegis, sum Poul hevur latið úr hondum millum ár og dag, og hevur hetta ómetaligt virði, bæði nú, og í komandi tíðum.

Poul hevur savnað og fest á blað, og snýr arbeiðið seg um so nógvar tættir í Vágs søgu. Av bókum kunnu vit nevna: “Úr Vágs søgu", bøkurnar um “Vágs kommunu”, “Garðahadilin”, “Johanna TG 326”, “Elektrisitetverkið í Botni” og fleiri.

Og nú, í samband við ljósfestina og at verkið í Botni hevur 100 ár á baki, legði Poul Andreasen enn eitt bókaverk fram, nevniliga bókina “Elektrisitet í 100 ár”.

Alt varðar, ið hava ómetaligt søguligt virði.

Fyri mongu søguligu avrikini ynskja vit at heiðra Poul Andreasen.





22 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Comments


bottom of page