Ljóstfest í Vági

Opdateret: 19. maj 2021

Í samband við at Vágs kommuna og SEV hátíðarhalda 100 ára dagin fyri fyrsta elverkið í landinum, sum er í Botni í Vági. Hátíðarvikuskifti fer heitið "Ljósfest", sum verður í døgunum 16,17 og 18 juli. Lat okkum fara aftur til søguna í Botni og nær fyrsta " Ljósfestin " var hildin í Vági. Annars er meira um skránna fyri "Ljósfestini" seinni. Men her í stuttum søgan um Botn og undangongumannin og eldsálina Petur Dahl á Gørðunum.


Kelda: Wikipedia

Ljósfestin

Í bókini hjá Poul Andreasen byrjar hann við at greiða frá um ljósfestin, ið varð hildin í gamlaskúla á Oyralaði, tann 18. juli 1921. Oddamaðurin fyri hesum var Petur Dahl á Gørðunum, sóknarstýrisformaður. Hann helt talu, bjóðaði fólki vælkomnan og trýsti á eina kontakt og skúlastovan strálaði við elektriskum ljósi. Í alt vóru umleið 100 fólk til hetta tilhald.


Ætlanir um at fáa elektrisitetsverk

Føroyingar høvdu verið í Danmark, og har sóu teir alt hettar elektrisitetið ið har var, og hettar vildu teir eisini hava í Føroyum. Í 1919 bað løgtingið norska verkfrøðingin Håkon Blaauw koma og kannað áir og vøtn í Føroyum, og gera eina frágreiðing um vatnnýtslu og drívmegi (hvussu til bar at fáa hettar at virka í Føroyum). Eisini kom ein annar verkfrøðingur, Sætersmoen. Báðir komu við frágreiðingini í 1922, men tá var elektrisitetverkið longu liðugt, teirra frágreiðing var tó eisini til alt Føroyar.


Nýtt sóknarstýri,fundur og viðurkenning

Nýtt sóknarstýri kom í 1918, Petur Dahl varð valdur til sóknarstýrisformann. Teir høvdu 11 mál, ið teir fundaðust um, har ímillum vóru at fáa verkfrøðingar til Føroya at kanna møguleikarnir til elektrisitetverkið. Vágs kommuna var væl fyri fíggjarliga, men tað bleiv tosað nógv aftur og fram um lánini, ið mundu takast til hettar arbeiði, men alt bleiv viðurkent, og skuldi farast í gongd beinanvegin, áðrenn alt bleiv dýrari.


Arbeiði byrjar

Arbeiði fór í gongd seint í 1919. Á odda var Håkon Blauuw og aðrir verkfrøðingar, innstallatørar & montørar. Tilfarið teimum tørvaðu varð flutt av Eiðinum og til Botn. Sjálv støðin var niðri í Botni, ætlað var at byggja eina minni støð við Miðvatn, men tað bleiv til einki. Tey trý vøtnini eita Ryskivatn, Miðvatn og Tindalíð. Veruliga byggingin var við Ryskivatn. Tað vóru rør bygd gjøgnum hesi trý vøtn, og niður í støðina í Botni. Vesturi á Eiðinum høvdu teir eisini lagt ein elektrisitetslinju, so at útróðrarmenninir kundu lættari hála bátarnir upp á land. Fyrsta húsið í Vági ið var roynt til kóking við elektrisiteti, var hjá Trinu og Óla hjá Mikku.


Botn

Í Botni búðu eisini fólk, men eingin vegur var (kom 40 ár aftaná elektrisitetið), so vøran mátti berast ella førast við báti av Eiðinum. Tá Spanska sjúkan gekk, slapp eingin úr ella í Botn. Í Botni búðu hjúnini Anna og Christian Thomsen og tey áttu 4 døtur og 5 synir.


Lán

Prísirnir øktist hesa tíðina, tað var ikki gott fyri kommununa, ið hevði tikið fleiri lán. Alt bleiv dýrari enn ætlað, og eisini var nógv renta. Lán var frá privatum, sparikassanum og statslán, alt lánið íalt var 919.417.


Tíðirnar versnaðu og kostnaður

Tíðirnar versnaðu frá tí elverkið opnaði og framyvir 20-ini og 30-ini. Vágur lá gott fyri við fiskiskapi, men ikki í krígnum. Lítið kom inn fyri elektrisitetið, tí fólk spardu, og tað bleiv lítið brúkt. Petur Dahl skrivaði amtmanninum eitt bræv um hvussu harmur hann var um viðurskifti, og eingin peningur kom inn. Kostnaðurin fyri elið var hettar, eitt fast árligt gjald fyri innlagdar málarar var 6 kr og var hann dupultur var tað 12 kr. 40 oyru fyri ljós, kóking var 5½ oyra. Tað bleiv broytt av at tíðin var so ring, ljósið var tað sama men kóking minkaði til 3½ oyra. Tað fasta gjaldið hækkaði tó, ein einkultir 24 kr og dupultur 36 kr. Hetta dámdi ikki fólkinum, og tey sendu tí eitt skriv til sóknarstýrið, við yvir 100 undirskriftum. Tað kostaði ov nógv, tí skattur var nógvur og hettar var ein keðilig tíð.


Arbeiðsfólk í Botni

Fyrsti maskinmeistari var Christian Thomsen, síðani sonur hansara og nógvir aðrir. Eisini vóru nógv hjálparfólk t.d. Akra-Petur, Johan Djurhuus og sonur hansara og nógvir aðrir. Tað var Johan Djurhuus, ið yrkti kvæði um Huldugentuna, meðan hann búði í Botni.


Vatntrot

Undir krígnum var elektrisitetsnýtslan økjandi. Tað regnaði nógv og vøtnini vóru full, men nakrir mánaðir aftaná bleiv vatntrot og teir máttu steðga elektrisitetinum um náttina. Tá mátti prísurin hækkast úr 5 oyrum til 8.


Nýggj rør

Nú var tørvur á nýggjum rørum, so tey máttu aftur taka lán, tað ornaði sóknarstýrið fyri. Tey komu við damparanum “Lingtroom”, men tey lógu í nógv ár á keiøkinum og niðan fyri skúlan. Vegur var lagdur niðan til Botn, so tey kundu sleppa niðan við rørunum. Tað tók eitt ár at gera liðugt. Felagið æt Elfelagið Suðuroy frá 1955.


Háspenningslinjir

Bert ein háspenningslinja var, hon var í Vági. Men ein var gjørd til Tvøroyri og Øravík. Seinni til Lopra, so Porkeri. Síðani var stórt arbeiði gjørt, til Sumbiar, Víkarbyrgis, Akrar, Hovs, Fámjins, Hvalba og Sandvík. Nógvir upprunapelar standa enn.


Elfelagið Suðuroy

Nú skuldi fundur haldast um at allar kommununnar skuldu verða í einum elfelagið, øll komu við uttan Hvalba, tí tey høvdu eitt motorverk við tveimum motorum, men komu tó við tvey ár seinni. Felagið yvirtók alt uttan gøtuljósini, tá skuldu kommununnar enn hava.


SEV

Nú var aftur fundur hildin um at alt Føroyar skuldu verða í einum elfelagið, SEV. Teir hildu at alt fór at ganga betur í einum felagsskapi. SEV sendi so eitt skriv uppá tær treytir ið fóru at verða, øll vóru glað um ætlanina. Íalt vóru 6045 fólk í Suðuroy. Elfelagið Suðuroy fór uppí SEV í 1963.


Elverkið á Oyrunum

Vágsverkið á Oyrunum í Vági

Í september 1982 varð nýtt elektrisitetsverk bygt á Oyrunum í Vági, tað er á syðru síðu av fjørðinum. Tað varð liðugt uppá eitt ár. Settir vóru tveir dieselmotorar, tað skuldi takast til tá ið elektrisitetverkið í Botni ikki kundi klára elektrsitetstørvin í Suðuroy. Ein automatisering var eisini gjørd, so at bæði dieselverkini í Trongisvági og elektrisitetverkið í Botni eru nú fjarstýrd frá verkinum á Oyrunum.


Umsitingarhúsið í Lágabø

Stutt eftir at elverkið varð bygt, var farið undir at byggja stóran umsitingarbygning í Lágabø. Har var bústaður hjá virkisleiðaranum og til skrivstovur og goymslurúm, eisini var telefonstøðin har. Fyrsti verkstjóri var Hans H. Hamnæs, síðani K. H. Lystbæk og aðrir. Skrivstovufólk vóru fyrst Petur Dahl við Krosslið, so Sørin Madsen og fleiri onnur. Bókhaldarar vóru Bjarki Hjelm, Hans Andreasen og Anna Elisabeth Strøm.


Petur Dahl á Gørðunum

Kelda: Óli Holm røða

Petur Dahl ella Petur á Gørðunum, sum hann vanliga varð nevndur, varð føddur í Vági Jóansøkudag 1878. At Petur á Gørðunum hevði íverksetaralyndið var ikki so løgið. Hann var sonur Jákup Dahl á Gørðunum sum stovnaði fyritøkuna A/S J. Dahl.


Tað sigur ikki so lítið um megnarmannin Petur á Gørðunum, at vágbingar valdi hann í Sóknarstýrið í Vági í 25 ár, frá 1907 og fram til 1934, við undantak av krígsárunum 1914-18, og var hann formaður í meiri enn 20 ár. Hesi 25 árini undir hansara formansskapi vórðu ein røð av stórverkum framd, eitt nú elverkið í Botni í 1921, havnarbyggingin og vegagerðin í Vági í 1920 unum og tráðbanin á Eiðinum í 1929. Hvør av okkum kann í dag ímynda okkum ikki at hava streym, skipahavn ella tann breiða vegin gjøgnum býin. Ella hvussu nógv av okkum hugsa í dag um, at umleið ár 1900 kom 2/3 av øllum tí fiski, ið landaður var í Vági, av Eiðinum, har Petur á Gørðunum seinni gekk á odda at byggja tráðbanan fyri at lætta um og menna útróðurin av Vágs Eiði.






Á myndini: Petur Dahl (f. 25.06.1878 – d. 04.10.1947)

Myndina tók: Helena Hjelm

Vágs kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna í 1907. Tá varð Petur Dahl á Gørðunum valdur sum fyrsti borgarstjóri, ella sóknarstýrisformaður, sum tað æt tá.


Petur Dahl var sóknarstýrisformaður fimm setur (4 ára tíðarskeið), tilsamans í 20 ár: – 1. ferð: 1.10.1907 -31.12.1910 – 2. ferð: 1.1.1911 – 31.12.1914 – 3. ferð: 1.1.1919 – 31.12.1922 – 4. ferð: 1.1.1923 – 31.12.1926 – 5. ferð: 1.1.1927 – 31.12.1930


Petur Dahl sat eisini í sóknarstýrinum 1.1.1931 – 31.12.1934, tá var Johan Nolsøe sóknarstýrisformaður.


Sóknarstýrini tey árini Petur Dahl var sóknarstýrisfomaður:


1.10.1907 – 31.12.1910:

Petur Dahl, sóknarstýrisformaður Magnus Dahl Johan Mortensen Joen J.Dahl, jun Thomas Johan Dahl

1.1.1911 – 31.12.1914: Petur Dahl, sóknarstýrisformaður Magnus Dahl Jasper A.Hjelm Joen J. Dahl, jun Alexander Vilhelm


1.1.1919 – 31.12.1922: Petur Dahl, sóknarstýrisformaður Magnus Dahl Johan Mortensen Johan Nolsøe Jaspur A.Hjelm


1.1.1923 – 31.12.1926: Petur Dahl, sóknarstýrisformaður Magnus Dahl Thomas Johan Dahl Johan Nolsøe Jaspur A.Hjelm Thomas Johan Augustinussen Niels Peter Midjord


1.1.1927 – 31.12.1930: Petur Dahl, sóknarstýrisformaður Magnus Dahl Thomas Johan Dahl Johan Nolsøe Jaspur A.Hjelm Johan Andreas Godtfred Daniel J.E.Niclasen


1.1.1931 – 31.12.1934 Johan Nolsøe, sóknarstýrisformaður Petur Dahl Thomas Johan Dahl Jaspur A.Hjelm Danjal J.E.Niclasen Niels Petur Strøm Jens Christian Skaalum






56 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle