top of page

Minningarorð um Peter Lisberg Andersen


Sunnudagin 21.08.2022, fór góði vinurin Peter Lisberg Andersen til eitt betri stað.

Petur gjørdis 65 ár, nú hann legði áranar inn. Petur var føddur í Keypmannahavn 04.03.1957. Seinastu mongu árini hevur Petur búð í Vági.

 

Okur høvdu mangar góðar løtur saman. Eg kom at kenna Peter, tá eg flutti suður til Vágs, fyri skjótt 10 árum síðani. Altíð ringdi hann til mín, fyri at tosað um veður og vind.

 

Hann var eitt hamrandi gott fólk, hann var so glaður tá ið eg kom framvið. Hann visti um alt og fylgdi væl við øllum.

 

Heilsan hjá Petur, var farin at bila, tey seinastu árini. Hóast tað var hann á Sandoynni í fleiri mánaðir, fyri at vera tætt uppá mammu sína, sum býr har. Sigast skal at tey tosaði saman hvønn dag í telefon.

 

Seinast eg vitjaði hann var beint áðrenn Jóansøkuna. Annars tosaði okur altið saman. Seinast eg prátaði við hann var 6 august og so aftur 13 august í ár.

 

Eg hoyrdi frá skyldfólkunum hjá honum nú tórsdagin, at hann var viknaður nógv. Ikki vardi tað meg, at støðan var so ring hjá honum.

 

Petur vildi ikki órógva onnur og passaði seg sjálvan. Hann segði oftani við meg, um eg skuldi hjálpa honum við onkrum, td at keypa inn ella gera okkurt smávegis fyri hann.

 

“ Levi du har so mange ting om ørene “, lad mig ikke forstyre dig, vi kan jo altid snakkes ved, min gode ven “

 

Eg skrivaði  hettar um Peter Lisberg hin 26/09.2021. Tá var hann akkurát komin av sjúkrahúsinum, eftir sjúkralegu.

 

 

“ Petur við Jette mostur um buldrini í Vági “ Jesus er eisini dóttin á gólvið “

 

Eg var framvið hjá honum í kvøld. Glaður og gott tilpassar sum altið. Petur er akkurat komin heim av Tvøroyri sjúkrahúsi, fyri viku síðani. Hann hevur tað betri nú.

 

Petur hevur m.a røtur av Lisberg ættinin sum jú er úr Smiðjuni í Fámjin.

 

Petur kom millum annað á hesu ting í kvøld, tá eg var framvið.

 

Systkini hjá Petur eru: Kirstin ( doyði 2010) Bente og so Petur.

 

Mamman Marianna fór sum ung til Danmark til skúrviðgerð, men bleiv verandi.

Har hon møtti Egon Andersen, sum er pápi til Petur og tey øll 3 systkini. Annars er Marianna mamma Petur einasta sum enn er á livið, av stórum systkinaflokki.

 

Pápin arbeitti sum bilseljari og ein av teimun fyrstu sum seldi Audi bilar í Danmark.

 

Egon sum er pápi til Petur, og hinu bæði systkini doyði ungur bert 49 ára gamal hin 1 august 1983.

 

Tíverri fóru foreldrini hvør sín veg, tá ið Petur og systkini vóru smá.

Og mamman Marianna mátti so taka um endan fyri at fáa alt at hanga saman og hon arbeiddi við reingerðin o.a.

 

Petur sum hevði nógv uppá hjarta í kvøld. Petur er eisini ein sera skemtingarsamur maður og fortaldi um tá ið buldrini vóru í Vági.

 

Har hann m.a kom inn á tá ið tað buldraði harðast í 1967, tá segði Petur við sínum altið róliga lyndi við Jette mostur, “ Jesus er eisini dóttin niður á gólvið “. Tá var seinni uppá dagin, tá tað var gingið upp fyri Petur hvat í verðuliga í hent var. Tá var tað ein av Jesus myndinum hjá Jette mostur sum var farin í gólvið av buldrinum.

 

Petur sum er føddur í 1957 flutti til Jette mostur sum búði í Vági og har var Petur í uml 1 ár.

 

Tá var hann var uml 10 ár. Men Marianna mamma kom eftir honum aftur og har tey so fóru til Østerbro í DK.

Peter nevndi tað nakað soleiðis, tá ið mamman ringdi heim.

 

“ Hej min søn er du ulykkelig, kan du svare ja ella nei, eller er du alene og svar ja eller nej. Svaret var nej tíl det hele. “ Og Petur segði víðari jeg forstår dem jo ikke mamma”

 

Tað tók 14 dagar, so var Marianna mamman eftir Petur. Og tey tóku beina kós til Danmarkar.

 

Annars hevði Petur tað sera gott hjá Jette mostur í Vági.

 

Petur var aftur í Vági tá ið Johan og Kirstin fóru alt ov ung herfrá. Annars var tað tað Kirstin systurin, sum bæð hann koma heim aftur til Føroyar.

 

Petur hevur altið verið raskur, tosar nógv um brøðirnar  Hegga og Lundahl Augustinussen, hann arbeitti og sigldi vid Rock Amadoor, sum Augustinussen brøðirnar áttu tá.

 

Og eg má siga, at hann er ein mega fittur og góður vinur. Og sum hann sigur “ Jeg elsker den her ro, her í Våg “

 

Petur hevur nú fingið seinasta og æviga friðin.

Takk fyri alt sum okur báðir høvdu saman og stóra samkenslu til tykkum avvarandi. Hvíl í friði mín góði vinur. Eg fari at saknað teg nógv.

 

Levi R Mørk

 

 

 

6 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle
bottom of page