top of page

Robert 80 ár

Føðingardagsheilsan til Robert Mc Birnie á 80 ára degnum.


Kendi vágbingurin Robert Mc Birnie fylti 80 ár 1. nov 2023.


Robert er føddur í Sørvági 1 nov 1943.


Brot úr heiðranini til Robert Mc Birnie, á Ljósfestini í Vági. 16.10.2021.


" Í meira enn 60 ár hevur Robert McBirnie verið virkin á føroyska tónleikapallinum. Hann er føddur í 1943 og hann fekk sín fyrsta guitar sum 13, 14 ára gamal. Nakað eftir hetta, í 1959, stovnaði hann, -  saman við øðrum ungum vágbingum, bólkin Red Boys. Og tað er líka við at vit kunnu siga, at restin er søga....

Robert fór at lesa til lærara í Havn og kom upp í bólkin Faroe Boys, ið gjørdist millum best umtóktu bólkar í Føroyum um tað mundið – um ikki tann best umtókti. Og saman við Faroe Boys skrivaði Robert seg so dyggiliga í føroysku tónleikasøguna. Og Robert gjørdist Føroya fyrta veruliga rock-stjørna – við eyðsýndum sanggávum og livandi pallframførslu."


Tað fyrsta eg hugsið um Robert, er og hevur altíð verið.  


" Nær kemur hann aftur til Vágs at undirhalda ", soleiðis havi eg havt tað, síðani hann flutti úr Vági, einaferď seint í 80 unum. Altíð ein longsul eftir honum.  


Tíbetur hevur tú góði Robert verið trúðfastur at vitja heimbygdina, síðani tú flutti úr Vági og tú vitjar oftani her.  


Ikki løgið at Vágs kommuna heiðraði teg fyri 2 árum síðani, saman við tínum bygdarmonnum og vinum, har tú saman við Niels Petur Nolsøe og Poul Andreasen, tykur allir mentarnarúrmælingar úr Vági, saman við tær fingu uppibornan heiður.


Seinast tú vart aftur í Vági var á Ljósfestini í summar.  


Har tú við framúr tónleikaframførðslu gav okkum øllum  " enn eitt minni " hvat tú enn kann og hvør tú ert.  


Har tú við framúr tónleikaevnum, púra einsamallur næstan 80 ár, framførdi við framúr góðum evnum og tónleiki, til gleði fyri okkum øll sum har vóru hjástødd.

Ikki at gloyma tiltakið var eisini stroymt á internetinum.  


Har tú eisini við góðum orðum, lýsti vinir tínar úr Faroe Boys, sum farnir eru. Stóra takk fyri tað.


Eg skal ikki nevna alt úr rúgvini á tínari lívsleið, góði vinur, tí her er so nógv gott at taka fram, at eg blívið ikki liðugur.  


Lat meg tó koma stutt inn á alla rúgvuna, sum tú Robert hevur tikist við her í Vági.  


Tað fyrsta sum eg veit um teg, er, har tú sum blaðungur stovnaði Red Boys, saman við Páll Thomassen og Jónhard Vest o.ø og gjørdi okkum landskendar við " Baberara " við lagnum " Vágsbygd mín heimbygd " í fimti árinum.  


Og síðani koyrir tað bara, har tú eisini saman við Jákup og Ólavur gjørdi okkum vágbingar aftur kendar við " Harmonikusørin " sum Pol F, gjørdi orð til.  


Nýggjársveitslur uttan tykkum, teg  Niels Petur og Petur Dahl Nolsøe, vóru óhugsandi. Tær vóru okkara Netflix.


Annars var tú mær ein góður flokslærari í Vági, har eg serliga elskaði, tá ið tú spældi guitar og sang fyri økkum øllum, ja longu í fyrsta tíma.  


Takk fyri alt góði Robert og stórt til lukku við 80 ára degnum og ikki at gloyma við flottu bókaútgávuni, sum Hilmar Jan so væl úr honum hevur greitt.  


Hesu niðanfyristandandi orð lýsa sera nógv um týtt skapandi verk gjøgnum lív týtt, sum hevur slóða undir óteljandi spýrar á mentarnarøkinum gjøgnum árini.


" Sum undirhaldari hevur Robert eitt nú sungið í V4-sendingum í útvarpinum, hann hevur skemtað og undirhildið á óteljandi veitslum saman við eitt nú Niels Petur Nolsøe, Petur Dahl Nolsøe, Arnfinni Thomassen og seinni eisini Hilmar Jan Hansen. "


" Hetta er ikki fyrsa ferðin, at Robert er heiðraður. Í 2012 fekk hann Ársins herðaklapp frá Miðlahúsinum í sambandi við, at Planet Awards-virðislønirnar vórðu latnar. ”


Tá varð millum annað sagt, at:  

"Robert McBirnie er maðurin, sum festi í stóra poppfjúsið í Føroyum".  


Poppfjúsið, sum Robert festi í, var meira enn bara eitt fjús. Tað var ein neisti, ið birti stóran eld, sum framvegis logar og fløvar.  

Ársins tónleikaheiður 2021 verður tí latin Robert McBirnie.  


” Ljósfestin í Vági:  

Tað vóru Robert McBirnie, Niels Petur Nolsøe og Poul Andreasen, ið fingu heiður á Ljósfestini í Vági. ”  


Góði Robert til lukku við 80 ára degnum. Síggjast leygarkvøldið í Vági, til enn ein heiður.


Eisini til lukku til Armgarð, børnini og familjuni við Robert.


Levi Mørk, formaður í Mentamálanevndini hjá Vágs kommuni.

125 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Comments


bottom of page