Okur hava í nýggju býráđssamgonguni í Vági, sett okkum fleiri áhugaverd mál hesu komandi 4 árini.
Har serligu dentur verđur lagdur á, at borgarin kemur í fokus og øll sum bùgva í Vági skulu hava tađ gott.
Somuleiđis skal trivnađurin vera í hásæti. Vágsbygd blómar fyri tíđina og her henda nógv spennandi ting. M.a er fólkataliđ í Vági voksiđ viđ 40 fólkum uppá eitt ár og hettar er at fegnast um.
Okur skulu halda áfram viđ góđu gongdini tey komandi árini, hettar hevur nýggi býráđsmeirilutin í Vági eisini tikiđ til sín.
Okur hava nógv uppá hjartađ. Fyri kortum samtykti okur, at vegagerđin í Brekkubø skuldi gerast liđug og tađ verđur hon eisini.
Harumframt hava okur longt um upplatingartíđirnar hjá Ungdómshùsinum.
Í dag var hol sett á, at fáa gamla og sera áhugaverda fiskaplássiđ á Løghamri fram aftur.
Okur hava nøkur sera áhugaverd økir í bygdini, sum kunnu gerast meira tillokkandi og serliga øki viđ Løghamar kann vera ein miđsavning fyri okkum øll í bygdini.
Partar av miðbýarøkinum, kunnu harviđ gerast meira miðbýarkend við nýggjum, møguleikum til ung sum eldri.
Okur hava valt, at gera hugnaliga fiskaplássiđ á Løghamri til eitt miđsavningar stađ fyri okkum øll og tað kann bara hava ómetaliga spennandi møguleikar viđ sær í framtíđini.
Har okur í fyrstu syftu fara at reinsa øki og fáa harviđ fiskaplassiđ fram aftur. Ætlanin er, at stórur partur av økinum, verđur klárt til Jóansøkuna 2022.
Tankar eru m.a um, at seta trappur, bænkir, gongugøtu oman á sjóđarmálan og hvør veit um ikki ein nýggjur bátahylur kemur har í framtíđini.
Ja, møguleikarnar eru nógvir, men nú er hol sett á hesa býráđssetuna.
Comments