Leygardagin 12. august verður Ljósfest í Vági, har tónleikur, listaframsýning og mangt annað verður á skrá.
Eitt av afturvendandi tiltøkunum á Ljósfest er heiðranin av fólki, ið hava gjørt eitthvørt gott fyri Vág.
Í samband við ársins Ljósfest, er møguligt at tilnevna fólk ella felagsskap, ið hava uppiborið ein heiður frá Vágs Kommunu.
Øll kunnu tilnevna ein persón ella felagskap við at trýsta her. Freistin at tilnevna er 1. juni 2023.
Tann, ið tilnevndur verður, skal hava:
gjørt eitthvørt gott fyri Vág.
gjørt hetta í einum positivum anda, ikki neyðturviliga sum partur av arbeiðinum.
sterkt tilknýti til Vág.
Tað, at heiðra fólk, er okra máti, sum kommuna, at siga takk til tey, sum leggja orku í at bygdin hevur tað gott. Sigur Levi R. Mørk, formaður í Mentamálanevndini.
Í 2021 og í 2022 heiðraði Vágs Kommuna: Niels Petur Nolsøe, Poul Andreasen, Robert McBernie, Ingeborg Vinther og Jonhild Kjærbo fyri teirra íkast fyri Vág.
Kommentarer