Fleiri byggiætlanir eru í gongd í Vági.
Í gjáar vóru lutaíbúðirnar á Mýrunum settar upp
Nógv virksemi er í Vági og soleiðis hevur leisturin verið seinastu mongu árini og eittnú eru fleiri byggiætlanir framdar og fleiri eru á veg.
Í gjáar vóru lutaíbúðirnar á Mýrinum í Vági settar upp.

Grivið er út og steinsett og síðani er stoypt undir íbúðunum. Og í gjáar var so farið undir at seta upp elementini og nú taka íbúðirnar í Mýrunum skap.
Ein onnur ætlan hjá vágbingum er at endurskapa gamla fiskaplássið á Løghamri, sum m.a eisini umfatar íbúðarbygging.
So ein má viðganga at vágsbygd er meira býarkend enn áður.
Comments