top of page
Forfatters billedeVágstíðindir

Vágs kommuna bjóðar bráfeingist sálarfrøðisliga hjálp


Vágs kommuna samtykti herfyri fíggjarætlanina fyri 2023. Har eisini eru avsettar 150.000 kr til sálafrøðisliga hjálp. Í Suðuroynni er eingin sálarfrøðingur í fultíðarstarvið innan kommunalt øki og hettar hevur staði uppá í nøkur ár.


Børn og ung noyðast til Havnar at fáa sær hjálp sum er og eisini koma sálarfrøðingar suður, hetta serliga innan barnverdarøki. Og tað er slett eingin hjálp at heinta til bráfeingis støður. Okur mugu hava hjálp á staðnum, sigur Levi Mørk, býráðslimur hjá Vágs kommunu.

Tað er stórur trupulleiki á skúla, barna og á ungdómsøkinum. Har nógv børn og ung detta niður ímillum og skipanin millum land og kommunu haltar. Ætlanini við hesari skipan er at veita akutta og sálarfrøðisliga hjálp, har tørvurin er størstur, serliga er hendan skipan ætla okkara børnum og ungum í Vági.


Møguleiki er eisini fyri, at henda skipan, kann verða ein hjálpandi hond innanhýsi fyri starvsfólk hjá Vágs kommunu, um tørvur er á tí. Nú eru okur komin so langt og hettar fer at lætta um hjá nógvum, sigur Levi Mørk býráðslimur.


Hettar er annars eitt mál sum eisini var eitt ynski undir seinastu býráðssetu, men nú er komið á mál. Í næstum verður nágreinligari fari til verka, hvussu skipanin skal setast í verk.




180 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Comments


bottom of page