Vágs kommuna hevur keypt eini sethús til barnagarðin Eikilund

Vágs kommuna hevur keypt eini sethús, fyri at betra um umstøðurnar til núverandi barnagarðin Eikilund. Vágs kommuna samtykti einmælt í kvøld á býráðsfundinum, at keypa eini sethús eystanfyri barnagarðinum Eikilund. Sethúsini hava fyrr húsa barnagarðsbørnum og liggja beint við síðurnarav núverandi barnagarði. Fólkatalið í Vágs kommunu er eisini økt munandi, og serliga eru tað barnafamiljur, sum eru fluttar til Vágs. Fyri at nøkta tørvin á ansingarøkinum, metir núverandi samgonga hjá Vágs kommunu, at rættast var, at keypa hesu sethús, atrat Eikilund. Sethúsaðognin skal síđandi brúkast til barnagarđstovur vm. Hamumframt skulu ymiskar umvælingar gerast við sethúsini. Økt barnatal Framrokningar í samband við fíggjarætlanararbeiðið 2022, vístu at fólkavøksturin fer at halda fram komandi árini. Fólkavøksturin hevur tað jaligu avleiðing, at barnagarðurin Eikilund er við at gerast ov lítil. Eikilund er longu ov lítil, er gjørdur til maks 80 børn og har eru 119 børn í løtuni. Trivnaðurin hjá barnafamiljum hevur høga raðfesting í kommununi. Hetta merkir, at tørvurin á ansingarøkinum skal verða nøktaður. Vágs kommuna hevur sett 400.000 kr av á fíggjarætlanini fyri 2022 til byrjan, at útbyggja barnagarðin Eikilund. Barna og ungdómsnevndin heitti tískil á fíggjarnevndina um at finna restina av innistandandi hjá Vágs kommunu.


Hesin hevur fíggjarnevndin hjá Vágs kommunu eisini tikið undir við.


Umsitingin metir, at brúk er fyri 500.000,-kr fyri at seta húsini í stand til endamálið. Somuleiđis heitti Barna og ungdómsnevndin, á umsitingina, um at gera eina støđulýsing av húsinum, og gera batar, viđ atliti til at sethúsini skulu brúkast atrat til verandi barnagarđi. Fyri nøkrum árum síðani keypti okur eitt ungdómshús og nú er tíðin komin, at raðfesta dagstovnaøki enn meira. " At okur nú hava keypt sethúsini, hevur sera nógv at siga fyri barnafamiljur í Vági og fyri meira menning innan tað námsfrøðisliga øki, bæði fyri børn og starvsfólk. Og ikki at gloyma fyri barnafamiljurnar. Nú eigur Vágs kommuna alt økið, har barnagarðurin Eikilund heldur til.

Tað gevur eitt hav av møguleikum, fyri víðari ùtbygging av barnagarðsøkinum á sama stað, sigur Levi Mørk, formaður fyri barna og ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu."

304 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle