top of page

Steintór Rasmussen á Ljósfestini í Vági


Ein av okkara kendastu og allar bestu verður á Ljósfestini leygardagin hin 13 august í Vági. Talan er nemliga um Steintór Rasmussen, sum kemur til Vágs við egnum tónleikarum.


Steintór gav eisini nýggjan tónleik út í septembur 2021, á fløgu síðani á LP.


Hendan útgávan er eitt satt meistaraverk, har heitið er " Eftir Klaksvíksvegnum " har m.a ein annar tónleikameistari úr Klaksvík eisini er við. Talan er nemliga um Hallur Joensen.


Hinvegin hvør minnist ikki sangir sum " 80 ini " " Karin "osfr, sum Steintór hevur útgivið og aðrar, sum hann hevur verið partur av.


Steintór Rasmussen, er ein av okkara fólkakæru sangskrivarum gjøgnum mong ár, um ikki tann allar størsti nakrantíð.


Steintór er partur av Frændur, sum hevur givið framúrskarandi sangskattar út til Føroya fólk.


Og ikki at gloyma, alt annað sum hann tekst við innan mentan og list, hann er okkara kærkomna ogn.


Vit gleða okkum mega nógv at uppliva hann her í Vági leygardagin hin 13 august.


Meira um Steintór her.


" Flestu føroyingar kenna hann helst sum ein av upphavsmonnunum til tónleikabólkin Frændur, har hann hevur skrivað eina røð av kendum sangum.


Hann hevur eisini í egnum navni, og við heitinum Millum Frændur og Kærleikans Vallaraheim givið út hópin av sangum, sum eru vornir fólkaogn.


Steintór hevur eisini gjørt týðingar ígjøgnum árini, m.a. eftir Bjørn Afzelius. Í 2003 leggur hann yrkingasavnið Føroyingar liva ikki av fiski eina eftir sær.


Sum íverkseti hevur Steintór eisini sett sjónligan dám á samfelagið og fleiri kenna hann sum stigtakara til eitt nú Summar Festivalin, sum byrjaði í 2004 og Studio Pegasus (1998-2008).


Í 2006 fekk Steintór barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býraðs fyri bóka- og fløgusavnið, Kular Røtur Gull. Umframt barnasangir hevur Steintór eisini skrivað krimigátur og søgur til børn og ung.


Seinastu árini er Steintór farin at skriva bókmentir.


Í 2015 gav hann út sjálvævusøguna Lívið er mítt Listaverk og árið eftir kom fyrsta krimiskaldsøga hansara Deyðin fer í bindiklubb út.


Síðani er røðin voksin við Hevndin úr havsins dýpi, Horvna rósan og Seytjandi maðurin.


Tónleikaútgáva " Eftir Klaksvíksvegnum" í 2021.


Steintór Rasmussen er giftur við Jóngerð Biskopstø. Saman eiga tey trý vaksin børn og tvey abba- og ommubørn. "


Vit gleða okkum at uppliva teg og tín framúr tónleik á Ljósfestini leygardagin 13 august.



54 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Robert 80 ár

bottom of page