top of page

Ætlanin við Løðhamar gerst verðuleiki


Seinastu tíðina hava arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu rudda og fríðka um gamla fiskaplássið á Løðhamri í Vági.


Har eru nú benkrir settir upp og stoyptur er kantur framvið sjòðarmálanum. Ætlanin er eisini at gera gøtu oman og ein pall / bátabrúgv framvið sjògvnum.



Ætlanin er at fáa ein part av fiskaplássinum á Løðhamri klárt til Jòansøku, sum verður í Vági í ár.


Vágs kommuna hevur sett 400.000 kr av í ár til nýskapan fiskaplássinum.


Arbeiði er nú væl í gongd, har ætlanin er at gera gamla fiskaplássið til eitt søguligt mentarnarøki.


Eisini er ætlanin at gera íbúðir á vestara partinum av økinum.


Tað er eisini áhugi fyri økinum, nú útbjóðingartilfarið til íbúðirnar hevur ligið alment frammi.


Hettar er stórt framstig fyri at fáa eitt verðurligt miðbýarumhvørvi í Vági, har tað siðsøguliga mentanin kann varveitast við tað nýggja.


Fiskaplássið gevur longu nú møguleikar fyri ymiskum mentarligu tiltøkum og tað kann bara gerast betri, sigur Levi Mørk formaður hjá mentamálanevndini hjá Vágs kommunu.

43 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Robert 80 ár

bottom of page